19 fólk deyð í ísraelskum álopum í nátt

19 fólk doyðu í einum ísraelskum álopi í morgun, upplýsir borgaraverjan í Gaza.

Savnsmynd Belal Abu Amer/Apaimages/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Álopið hendir eftir eitt kvøld, har fleiri ísraelskir miðlar hava skrivað um eitt víðkað ísraelskt álop í Gaza.

Sambært bæði statsliga ísraelska miðlinum Kan og Times of Israel hava ónevndar keldur við vitan um málið sagt, at trygdarráðið í Ísrael hevur samtykt eina stigvísa útbygging av hernaðarliga álopinum móti hernaðarrørsluni Hamas í Gaza.

 

 

Savnsmynd Belal Abu Amer/Apaimages/Ritzau Scanpix