Hvat hevur fingið tykkum at koma á G! í ár?
- Eg plagi faktiskt altíð at fara á G! Veðrið hevur ikki so nógv at siga, men tað at veðrið er so gott í ár, hevur nokkso nógv at siga fyri hýrin á festivalinum. Stemningurin er fantastiskur, bæði á teltøkinum og til konsertirnar.
Plaga tit at fara á G! saman?
- Ja vit eru altíð á G! saman. Okkurt heilt løgið skal henda, um vit ikki fara saman á G! Vit finna allir øgiliga væl útav tí.
Hvussu skilur tykkara camp seg út frá øðrum?
- Tað er ringt at siga, men vit eru øgiliga nógvir mans í okkara camp. Nógvir hava longu givið upp og eru farnir heim til Havnar, so tað stendur kanska ikki altíð so væl til.
Hvar hava tit fingið hugskotið til at gera fótbóltsblusir til G! festivalin?
- Tað var øgiliga stuttligt og spontant. Eg haldi tað var eitt hóskvøld at vit knappliga fingu hugskotið til at gera merch til G! festivalin. Tað skapar eitt slag av felagsskapi millum øll á okkara camp. Vit hava gingið í blusini hvønn dag. Vit selja blusirnar, og tær eru faktiskt næstan útseldar.
Er nakað ávist navn, sum tit hava glett tykkum serliga nógv til?
- Eivør stendur altíð ovast á listanum, og hana hoyrdu vit í gjár. Soleiðis er tað generelt hvørt ár.