Við tónlistarligum og leiklistarligum snildni fara Dánjal og Búi at geva børnum á ólavsøku innlit í tann undrunarverda heim, sum skaldið Villiam Ristispjót (William Shakespeare á enskum) hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan heimsins snedigu, stuttligu og syrgiligu skaldaverk.
Rørandi søgan um Romeo og Juliu er uttan iva kendasta kærleikssøga nakrantíð. Tvey ung forelska seg í hvørjum øðrum, men familjur teirra eru arvafíggindar. Vit fylgja teirra stríði fyri kærleikanum – fylt av spentum løtum og stórum kenslum! Sum tá Julia, við kærleika og sorg í hjartanum, rópar: "Á, Romeo, Romeo, sig, hví ert tú Romeo?” Ein klassisk søga, sum fer at fáa teg at flenna, rodna, øtast, siga “uh!” ella “ah!” ella “oh!” og kanska eisini fella eitt tár.
Kom oman á Tjóðpall Føroya á ólavsøku.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar ein tíma áðrenn sýning. Kostnaður: 150 kr. (Ung sum gomul)
Tíðspunkt:
27. juli kl. 16
28. juli kl 16 og 18 og 29. juli kl 15 og 17 og 30. juli kl 16.
Stað: Tjóðpallur Føroya
Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri, segði soleiðis um Ævintýraferðina, tá hon vann Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs:
Tað sermerkta við "Ævintýraferðini" er, at teir báðir leggja upp til hugflogið hjá tí einstaka barninum og tvinna avbjóðandi ævintýrkendar hendingar uppí. Ævintýraferðin er ein væleydnað og upplivingarrík verkætlan, ið hevur tikið børnini á bóli.