Íbúðirnar hjá Mark undir Hagabrekku í Skálavík Myndir: Álvur Haraldsen

Allar 10 íbúðirnar hjá Mark í Skálavík útleigaðar

Íbúðirnar, sum privataíbúðarfelagið Mark hevur bygt í Skálavík, eru allar útleigaðar

Íbúðirnar hjá Mark undir Hagabrekku í Skálavík Myndir: Álvur Haraldsen

Íbúðirnar, sum íbúðarfelagið Mark hevur bygt í Skálavík, eru lidnar, og fólk flyta nú inn í ta síðstu íbúðina hesa vikuna.

Tað sigur stjórin í Mark, Gordon Rajani.

– Tey fyrstu fólkini fluttu inn 1. desember í fjør, og tann síðsti leigusáttmálin verður gjørdur hesa vikuna, sigur hann.

Talan er um 10 íbúðir, sum felagið hevur bygt í Skálavík.

Íbúðirnar eru 96 fermetrar til støddar umframt bilskýli á 25 fermetrar. Goymslurúm sum er 7 fermetrar og terassa sum er umleið 16 fermetrar.

Allar íbúðirnar hava egna inngongd, egið goymslurúm, bilskýli og egna terassu, og allar íbúðirnar hava heimaløðistøð til bil.

Ventilatiónsskipan er í øllum íbúðunum, sum skal tryggja góða inniluft. Hitaskipanin er ventilatiónshitapumpa, sum er góðkend til grønan málara, sum gevur avsláttur í prísinum frá SEV.

Tvær av íbúðir eru til gjørdar til fólk við tørvi á rørslutarni.

Upplýst verður á heimasíðuni, at leigarin skal tekna egið hald hjá SEV. Eingin olja verður nýtt til upphiting.

Stjórin í Mark, Gordon Rajani, fegnast um, at leigumál nú eru í øllum íbúðunum. 

– Tað er ordiliga gott, men har er ikki langur bíðilisti, leggur hann afturat.

Hann sigur, at tað eru ikki fólk úr Skálavík, sum eru flutt í íbúðirnar, men fólk aðrastaðni av Sandoynni, úr Havn og aðrastaðni úr Føroyum, sum eru flutt til bygdina. Tað merkir samstundis, at fólkatalið í Skálavík, sum sambært seinastu uppgerð hjá Hagstovuni var 154 fólk, er vaksið við eini 25 fólkum. Og tá er fólkatalið í bygdini seinasta árið longu vaksið við 20 fólkum. So tað er gott fyri fólkatalið í bygdini.

– Og tú fært nógv fyri pengarnar, tí fyri 9.600 krónur, so fært tú eini heil hús við carport, terassu, við billøðara og trimum kømrum. Einasta útreiðslan afturat, er fyri el, sum er bæði til ljós og hita, sigur Gordon Rajani.

– Hetta er ikki nakað, sum gevur okkum nógvar pengar í kassan. Hetta er meira idealistiskt, okkum dámar væl Skálavík, sum er ein hugnalig bygd, sum liggur ein hálvan tíma frá Havnini. Vit síggja møguleikar har, sigur hann.

 

##med2##

Spurdur um teir fara at byggja meira í Skálavík, so sigur hann, at ongar ætlanir eru um tað. Í løtuni umhugsa teir støðuna, tí teir vita ikki, hvat nýggja lógin, sum loyvir kommunum at byggja »almentgagnligar íbúðir« saman við Bústøðum fer at merkja fyri íbúðarmarknaðin. 

– Vit hava tí onga ítøkiliga verkætlan í gongd beint nú, men nógvar tankar og ætlanir, sigur hann.

Um íbúðirnar hjá Mark sigur Gordon Rajani, at bygningurin hjá teimum við Oyggjarvegin og tann í Skálavík eru einastu bygningar í Føroyum, sum eru svanamerktir og bygdir eftir teimum umhvørviskrøvum, sum tað krevur fyriat vera umhvørvisligar burðardyggar.

– Vit eru tey einastu, sum hava bygt bygningar í Føroyum, sum hava góðkenning frá Miljømærking Danmark uppá, at bygningarnir eru umhvørvisliga burðardyggir. Eingin annar í Føroyum hevur bygt bygningar, sum eru svanamerktir, sigur Gordon Rajani. 

– Tað er gott fyri nógv fólk, tí tað eru nógv fólk, sum líða av ovurvikvæmi, sum ikki tola ymiskt.

 

##med3##

 

Svanamerkið er almenna umhvørvisgóðkenningin í Norðurlondum, og krøvini eru tí serstakliga høg. Strong krøv eru sett til lidna bygning, bæði hvat ið viðvíkur dagslýsi, ventilatión og hvussu bygningurin er tryggjaður móti fukti. Bæði byggitilfarið, spartl, máling, lím, lakk og oljur eru neyvt valdar. Tað sama er galdandi fyri rør, el-leiðingar, gólv og veggir, vindeygu, ventilatión og møblar í køki og baðirúmi. Stutt sagt skal alt tilfar - niður í minstu skrúvu - lúka norðurlendsku umhvørviskrøvini.

 

##med4##

 

 

Fakta um Svanamerkta bygging

- Lága orkunýtslu, gott inniklima og fokus á burðardygd. Frá tilfari til bygging til endurnýtslu av tilfarinum langt frammi í tíðini.

- Alt tilfarið, sum er nýtt, lýkur høg krøv um umhvørvis- og heilsuskaðilig evni

- Allur viður er merktur við svanamerkinum, tí hann er úr burðardyggum skógum og er lógliga feldur.

- Uttanveltað kanning av byggitilgongdini og lidna bygninginum tryggjar, at øll krøv og allar mannagongdir eru fylgd. 

- Í einum heimi, har burðardygd er eitt modernað heiti, kann svanamerkið tryggja, at tað veruliga er satt, tí krøv og kanningar eru so strong.

- Felagið sum hevur gjørt íbúðirnar hevur sergrein í burðardyggari bygging. Tey halda øll krøv, sum Miljømærking Danmark setur, og fáa javnan eftirlitsvitjan, fyri at fáa viðurkenda svanamerkið á vørurnar.

 

 

Íbúðirnar hjá Mark undir Hagabrekku í Skálavík Myndir: Álvur Haraldsen