Alzheimerfelagið spyr avvarðandi hvussu tey hava tað

Alzheimerfelagið er farið í holt við nýggja kanning av  umstøðunum hjá avvarðandi til persónar við demensi.

 

Demensur hevur stóra ávirkan á tann, sum verður raktur, men eisini nærmasta familjan verður hart rakt.

Eitt nú staðfesti føroysk kanning frá 2020, at meira enn helvtin av avvarðandi hjá persónum við demensi upplivdu strongd og trupulleikar við at sova, eins og ein stórur partur hevði tekin um tunglyndi.

Fjórði hvør avvarðandi svaraði somuleiðis, at arbeiðslívið var ávirkað av støðuni.

Fyri at vita um støðan er broytt í Føroyum seinnu árini, hevur Alzheimerfelagið á øðrum sinni skipað fyri talgildari spurnakanning við heitinum: ”Hvussu hevur tú tað?” Kanningin verður gjørd í samstarvi við Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum og Deildina fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum.

Ætlandi skal kanningin varpa ljós á støðuna hjá avvarðandi kring landið, so til ber at vísa á, hvørjir batar kunnu gerast.

Alzheimerfelagið vónar at nógv avvarðandi fara at svara kanningini, sum finnist á heimasíðuni alzheimer.fo. 

Til ber eisini at svara spurnarkanningini her.  

Øll, ið svara kanningini eru dulnevnd.