Argjamenn hóma møguleikan

1. DEILD: Sigurin í Klaksvík ber við sær, at tað nú bara eru trý stig frá AB og fram til bronsuplássið

Mynd: AB

Dreymurin hjá AB hevur síðani niðurflytingina fyri einum lítlum ári síðani verið, at tað longu í ár fór at eydnast aftur at vinna pláss í bestu deildini.

 

Higartil hevur tað ikki sæð nakað serligt út fyri, at dreymurin fór at verða veruleiki, men nú er møguleikin fyri uppflyting ikki so langt burtur.

 

Í kvøld vóru argjamenn í Klaksvík, og teir høvdu 2-1 sigur við sær suður aftur í høvuðsstaðin. Onnur úrslit lagaðu seg soleiðis, at tað nú bara eru trý stig frá AB og fram til triðja plássið, sum B36 í løtuni er á.

 

Í kvøld legði KÍ seg á odda beinanvegin. Málskjútti var Heðin Klakstein eftir innlegg frá Heina Dai Jørgensen. Hetta var annað málið hjá Heðini í ár.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði AB til 1-1. Tað var Rógvi Skála, sum við høvdinum sendi bóltin í málið eftir hornaspark, sum Rasmus Dan Sørensen tók sær av. Hetta var aðru ferð í ár, at Rógvi Skála var málskjútti. Hann verður 24 ár hósdagin í næstu viku.

 

Sigursmálið skoraði AB, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki. Tað var Marley Blair, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í netið.

 

KÍ er á áttanda plássi við 18 stigum. Tað er eitt stig aftur til FC Hoyvík, og tað eru sjey stig fram til NSÍ. Leygardagin 14. september  fær KÍ vitjan av FC Hoyvík, og sama dag fer AB at spæla á heimavølli ímóti TB.

 

Mynd: AB