Átta gíslar sum skuldu leyslatast eru deyðir

Tað veit Reuters at siga, sum endurgevur ísraelskar myndugleikar

Ísraelsku myndugleikarnir siga í dag, at átta gíslar, sum ætlandi skuldu leyslatast næstu vikurnar, eru deyðir.

 

Reuters, sum endurgevur ísraelskar myndugleikar, veit at siga, at 25 av 33 gíslum, sum Hamas hevur á sínum lista, er á lívi.

 

Higartil eru nakrir ísraelskir gíslar leyslatnir afturfyri palestinar í ísraelskum fongslum.

 

Nú er so spurningurin, hvussu verður, um fleiri navngivnir gíslar, sum ætlandi skuldi leyslatast, eru deyðir.