Yvirskipaðu treytirnar fyri at keypa eina av lutaíbúðunum við Dalavegin í Havn frá Bústøðum er, at feløg kunnu ikki keypa, og tú skalt lúka treyt um bústaðarskyldu, eisini skalt tú hava eina váttan um fígging og lúka treytirnar um at vera limur ella leigari hjá Bústøðum.
Sambært Bústøðum er samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina umleið 168,75 milliónir krónur, og er hesin kostnaðurin so býttur í 44 partar, har atlit er tikið til stødd, innrætting, staðseting, útsýni o.s.fr.
Prísirnir eru ávikavist
2,75 milliónir krónur
2,85 milliónir krónur
2,875 milliónir krónur
3,0 milliónir krónur
4,1 milliónir krónur
4,5 milliónir krónur
4,9 milliónir krónur.
Um sølutilgongdina skriva Bústaðir í brævi til limir sínar, at fólk, sum búgva hjá Bústøðum ella eru uppskrivað hjá Bústøðum, fáa framíhjárætt til at ogna sær ein lut.
– Hetta merkir, at hesi fáa tríggjar vikur at síggja og velja sær eina íbúð, eins og at fáa møguliga fígging til vega. Freistin er fríggjadagin 11. juli 2025, skriva Bústaðir í skrivinum til limirnar.
– Eftir hesar tríggjar vikurnar, verða tær lutaíbúðir, ið ikki eru seldir, settar alment til sølu í samstarvi við Skyn.
Bústaðir skriva víðari í brævinum til limirnar, at raðfestingin, har avgjørt verður, hvør hevur fyrstarætt at keypa lutirnar, verður avgjørt við útgangsstðøði í limanummarinum hjá viðkomandi hjá Bústøðum.
Íbúðrinar verða sýndar fram týsdagin 24. juni frá klokkan 13:00 til 17:00 og hósdagin 26. juni frá klokkan 13:00 til 17:00.
– Tá 22 lutaíbúðir eru seldar, verður lutaíbúðarfelagið sett á stovn, skrivar Bústaðir.
Meira kunning um kunningarfund, lutaíbúðarfelagið, íbúðirnar og sølutilfar er at fáa/kann heintast á heimasíðuni hjá Skyn á www.skyn.fo, skrivar Bústaðir.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##