Búmerki, navn og stuðlar til oyggjaleikir avdúkað

Betri verður høvuðsstuðul til oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027. Oyggjaleikirnir eita Betri oyggjaleikir, og Betri International Island Games

 

Robert Gutke hevur teknað búmerkið. Skipað varð fyri búmerkjakapping, og 51 uppskot komu inn.

 

Solby A. Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, segði, at hetta vóru nógv fleiri uppskot, enn tey høvdu væntað.

 

Dómsnevndin hevði eina trupla uppgávu, men gjørdist kortini samd um, at búmerkið hjá Robert Gutke skuldi mynda oyggjaleikirnar 2027.

 

Robert Gutke greiddi frá, at búmerkið skuldi umboða ítrótt, Føroyar, oyggjaleikirnar, oyggjasamfeløgini og ymisleika.

 

Boðarnir ímynda hornið á eini rennibreyt og aldur. Aldurnar umboða oyggjarnar, sum luttaka á oyggjaleikunum. Veðrahøvdið umboðar Føroyar. Boðarnir fara sama veg, men eru ymiskir, hetta umboðar fjølbroytni. Bláu og reyðu litirnir umboða Føroyar og sólsetur.

 

Stuðlarnir av oyggjaleikunum eru Betri, Bakkafrost, Smyril Line, MBM, Atlantic Airways, SMS og almennu Føroyar. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##