Burn: H71 vann eisini 29-25 í 1. FM hálvfinaluni

2. hálvfinalan verður spæld í Vestmanna sunnudagin

H71 er á odda 1-0 í FM hálvfinaluuppgerðunum móti VÍF.

 

H71 vann í kvøld í Hoyvíkshøllini 29-25 á VÍF. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda við trimum málum, 16-13.

 

Fyrr í kvøld vann StÍF eisini 29-25 í 1. hálvfinaluni móti Kyndli.

 

Høgni Heinason var við átta málum toppskjútti hjá H71. Toppskjútti hjá VÍF við sjey málum var Dánjal Ragnarsson.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 hittast liðini í Vestmanna. Ein møgulig 3. hálvfinala verður leikt í Vestmanna komandi mikukvøld klokkan 20.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum í Hoyvíkshøllini:

 

##med2##