Londini finnast at neyðhjálparmodellinum hjá ísraelsku stjórnini fyri millum annað at vera "hættisligt" og "stuðla ójavnvág".
– Vit fordøma hesa tilvildarligu neyðhjálp og ómenniskjansligu drápini av sivilum, eisini børnum, sum royna at nøkta teirra mest grundleggjandi tørv á vatni og mati, skriva londini í fráboðanini og leggja afturat:
– Tað er ógvusligt, at yvir 800 palestinar eru dripnir, meðan teir royndu at fáa neyðhjálp. At ísraelska stjórnin noktar at veita lívsneyðuga humanitera hjálp til sivilfólkið er kann ikki góðtakast.
Umframt Danmark hava Norðurlond, Bretland, Kanada, Avstralia, Japan og Frakland undirskrivað yvirlýsingina.
/Ritzau/