Demokratiskir guvernørar stuðla framvegis Biden

Forsetin í USA, Joe Biden, fær stuðul frá demokratiskum guvernørum eftir kreppufundin mikudagin.

Amerikanski forsetin Joe Biden ætlar sær ikki at gevast í ronunum at gerast forseti seinna skeiðið. Mynd: Samuel Corum - Pool Via Cnp/Zuma/Ritzau Scanpix

Tað er framvegis undirtøka fyri forsetanum í USA, Joe Biden, millum demokratisku guvernørarnar í landinum.

Tað sigur demokratiski guvernørurin í statinum Maryland, Wes Moore, hósnáttina okkara tíð eftir kreppufund í flokkinum.

Kallað varð til fundar eftir laka avrikið hjá Biden í kjakinum í farnu viku ímóti fyrrverandi republikanska forsetanum Donald Trump.

Á fundinum skuldi Biden royna at sannføra guvernørarnar um, at hann framvegis er skikkaður at stilla upp til forsetavalið.

Guvernørurin í statinum Minnesota, Tim Walz, sigur eftir fundin, at Biden er skikkaður at vera forseti.

/ritzau/Reuters

 

 

Amerikanski forsetin Joe Biden ætlar sær ikki at gevast í ronunum at gerast forseti seinna skeiðið. Mynd: Samuel Corum - Pool Via Cnp/Zuma/Ritzau Scanpix