Eingin gravarfriður í Upernavík

Løgreglan stendur á berum í málinum og sigur, at tey nú venda sær til almenningin um hjálp.

Grønlands Politi veit í dag at siga, at herverk er framt móti fleiri gravstøðum í Upernavík.

 

Sermitsiaq sigur, at onkur hevur gjørt seg inn á tilsamans 16 gravir í kirkjugarðinum í býnum.

 

- Eitt nú eru krossar rivnir leysir ella oyðilagdir á annan hátt, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni, Jeppe Andsager.

 

Løgreglan stendur á berum í málinum og sigur, at tey nú venda sær til almenningin um hjálp.

 

Herverkini eru framt í tíðarskeiðnum millum 20. september klokkan 16 og 21. september klokkan 19.

 

- Tað var fyrrapartin í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um herverkini í kirkjugarðinum í Upernavík, veit Sermitsiaq at siga.