Sum siður er, so taka javnarfólk og tjóðveldisfólk ikki ímóti dekoratiónum frá kongshúsinum, so sum Riddarakrossinum. Í Framsókn hava tey ikki viðgjørt tað málið, sigur Ruth Vang, sum tí ikki kann siga, at flokkurin hevur eina støðu til tað. Men tá Riddarakrossar vórðu handaðir í gjár, so var eingin í landsstýrinum teirra millum, sum fekk Riddarakrossin.
Tað kann vera tí, at tey ikki eru spurd, og tað kann eisini vera tí, at tey hava takkað nei. Og hava tey takkað nei áður, so verða tey ikki spurd aftur.
Tað kann eisini vera, at Kongshúsið ikki hevur spurt landsstýrisfólk hesaferð, vitandi um, at í øllum førum næstan øll høvdu takkað nei.
So har fóru øll tey 10 fremstu í politisku skipanini, um vit telja løgtingsforkvinnuna við, sum jú eisini umboðar Tjóðveldi.
Hini í formansskapinum á tingi eru Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum fekk Riddarakrossin í 2012, tá hann var landsstýrismaður. Síðani eru Johannus Joensen úr Javnaðarflokkinum og síðani Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum í gjár fekk Riddarakrossin.
Hon er soleiðis á einum 13. plássi í tignini í politisku skipanini sum limur í formansskapnum – umboðandi minsta flokkin av teimum, sum hava umboð í formansskapinum afturat løgtingsforkvinnuni.
Fimm fólk fingu riddarakrossin í gjár. Tey vóru:
- Sigrun Gunnarsdóttir, listafólk
- Hanna Vang, løtingsins umboðsmaður
- Berharður Wilkenson, dirigentur í Føroya Symfoniorkestri
- Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum
- Elsebeth M. Gunnleysdóttir, tingkvinna
Á samkomu umborð á Dannebrog á Bursatanga í gjár vórðu Riddarakrossarnir handaðir. Har fekk eisini Meihard Hentze í Skúvoy heiðursmedalju við krúnu.