Komandi vikurnar fara 16 lið at kappast í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum. Í dag vóru fyrsti dystirnir leiktir.
Trý norðurlond eru at finna í innleiðandi bólki A saman við sveisisku vertunum.
Hjá íslendingum svíður tað, at tað bleiv eingin úrtøka móti Finnlandi, ið vann dystin í Thun 1-0 við einum máli Katariina Kosola skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Sveisisku vertirnir høvdu bóltin væl meira, og tær høvdu fleiri málmøguleikar enn Noreg. Men tá dysturin var liðugur var tað Noreg, ið hevði vunnið 2-1. Og tá loyvdi Ada Hegerberg sær enntá at brenna eitt brotsspark. Tað vóru annars Ada Hegerberg og eitt sjálvmál, ið tryggjaðu Noreg sigurin í seinna hálvleiki. Í fyrra hálvleiki legði Nadine Riesen Sveis á odda 1-0. Vertirnir mugu bara finna ugga í, at 34.063 áskoðarar vóru til dystin á Sankt Jakobs leikvøllinum í Basel. Tað manglaði ikki nógv í, at tað var útselt til dystin.
Sveis-Noreg 1-2 (1-0)
1-0 Nadine Riesen ('28 )
1-1 Ada Hegerberg ('54 )
1-2 sjálvmál ('58 )
Ísland-Finnland 0-1 (0-0)
0-1 Katariina Kosola ('70 )
Í morgin eru innleiðandi dystirnir í bólki B á skránni. Klokkan 17 spæla Belgia og Italia, og klokkan 20 spæla Portugal og Spania.