EM: Týskland vann seg í hálvfinaluna við 10 leikarum

Hóast týsku kvinnurnar spældu við 10 monnum móti Fraklandi í 107 minuttir megnaðu tær at vinna aftaná brotssparkskapping

Mynd: Ritzau Scanpix

Frakland var millum favorittarnar at vinna EM-endaspælið í fótbólti hjá kvinnum, men nú eru tær úti av kappingini.

 

Frakland og Týskland spældu í kvøld fjórðingsfinalu á St. Jakob leikvøllinum í Basel.

 

Hóast Kathrin Hendrich hjá Týsklandi fekk tað reyða kortið longu í 13. minutti, so megnaðu tær týsku javnleik 1-1 aftaná longda leiktíð. Tá brendi Sjoeke Nusken hjá Týsklandi enntá eitt brotsspark í seinna hálvleiki í tí vanligu leiktíðini. 

 

Í brotssparkskappingini skoraði Týskland upp á seks av sjey brotsspørkum. Frakland brendi tvey av sjey brotsspørkum, og tað bleiv munurin millum liðini. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 20 spælir Týskland hálvfinalu móti Spania. Kvøldið fyri klokkan 20 spæla Ongland og Italia hálvfinalu. 

 

Frakland-Týskland 1-1 (1-1) - Týskland vann 7-6 aftaná brotssparkskapping

1-0 Grace Geyoro, br. ('15)

1-1 Sjoeke Nusken ('25)

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix