Franski forsetin, Emmanuel Macron, er firtin inn á Ísrael eftir ísraelska álopið á forstaðir í libanesiska høvuðsstaðnum, Beirut.
Hetta er fyrsta álopið hjá ísraelska herinum á mál í Libanon síðan vápnahvíldina millum Ísrael og Hizbolla í november.
Ísraelski herurin (IDF) váttar at hava lopið á Hizbolla-mál í syðra parti av Beirut.
Álopini hóva ikki franska forsetanum, Emmanuel Macron, sum nú hartar Ísrael.
- Álopið í dag er eitt svik, og hetta er ein gávupakki til Hizbolla, sigur franski forsetin.
Emmanuel Macron heitir eisini á Ísrael um at taka seg aftur frá fimm eygleiðarastøðum, sum Ísrael hevur í Libanon.