Fagna 50 ára jubileum innan vega- og ferðslumenning

Árligi limafundurin hjá føroysku deildini í NVF (Norrønt Vegforum) varð hildin á Hotel Hafnia tann 12. mars, skrivar landsverk.fo.

 

Á fundinum kom fram, at Føroyar hava verið sjálvstøðugur limur í NVF síðan 1975, og hevur sostatt tikið lut í hesum norðurlendska felagskapinum í 50 ár. Ígjøgnum hesa hálvu øldina hava føroyingar fingið stóra nyttu av NVF-samstarvinum, sum hevur givið íblástur og serkunnleika til føroyska vega- og ferðslumenning. 

 

NVF er eitt alment-privat vinnusamstarv við umleið 320 limafyritøkum úr øllum Norðurlondum. Felagskapurin hevur deildir í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum. Í Føroyum hevur deildin 24 limir, ið fevna um bæði kommunur, stovnar og privatar fyritøkur.  

 

Høvuðsendamálið við NVF er at deila og menna vitan innan vega- og ferðsluøkið. Hetta verður m.a. gjørt gjøgnum norðurlendskar arbeiðsbólkar, har serfrøðingar møtast og samstarva tvørtur um almenna og privata geiran. Fleiri føroysk umboð luttaka í arbeiðsbólkunum, har tey viðgera evni sum rakstur og viðlíkahald, vegasnið, vegatøkni, ferðslutrygd, tunlar, ferðsluplanlegging og býarferðslu. Burðardygd er eitt afturvendandi evni í bólkaarbeiðinum, har dentur verður lagdur á at skipa eina framtíð, har vegir og ferðsla tæna samfelagnum, fólkunum og umhvørvinum á bestan hátt. 

 

Londini, ið luttaka í felagsskapinum, eru Noreg, Svøríki, Finnland, Danmark, Ísland og Føroyar. Hvørt land hevur sína lokalu deild, ið samskipar virksemið í landinum. Í Føroyum er stjórin á Landsverki forfólk í deildini. Umframt stjóran á Landsverki, hevur deildin hesar stýrislimir: 

 

Kim K. Hansen (Landsbyggifelagið) 

 

Uni Danielsen (P/F Tunnil) 

 

Lovisa Glerfoss (Ráðið fyri Ferðslutrygd) 

 

Gunn Møller (Ráðgevi) 

 

Jákup Enni (Articon) 

 

Andrass Marr (Akstovan) 

 

Nærri kunning um NVF og arbeiðsbólkarnar finst á heimasíðuni nvfnorden.fo, skrivar landsverk.fo millum annað og har sæst meira um evnið.