Fía er tilnevnd í bólkinum The Anchor, ið verður latin til einstakling ella verkætlan, sum í sínum dagliga virki aktivt raðfestir javnstøðu og inklusjón.
Seinastu árini hevur Fía, vegna Tórshavnar kommunu, verið við til at betra um viðurskiftini hjá tilflytarum í kommununi. Í summar flutti integrasjónstoymi í egin høli í Heinesens húsi á Tinghúsvegnum, sum hevur fingið heiti "Altjóða Húsið". Í húsinum starvast eisini tulkur, flóttafólkasamskipari og samskiparin av fjølmentanarvikuni.
Harafturat er Fía ein av stigtakarunum til Fjølmentanarvikuna, ið hevur sum endamál at varpa ljós á mentanarliga margfeldið í føroyska samfelagnum.