Forsøgn gevur valsigur til Frælsisflokkin í Eysturríki

Nehammer, kanslari, heldur fast við, at hann ikki verður partur av eini stjórn, sum leiðarin í FPÖ, Herbert Kickl, er partur av.

Herbert Kickl, sum er leiðari í eysturríkska frælsisflokkinum, FPÖ, gav tummil upp, tá hann fyrr í dag kom á eitt valstað í býnum Purkersdorf at atkvøða. - Mynd: Heinz-Peter Bader/Ritzau Scanpix

Sambært einari fyrstu forsøgn verður eysturríkski høgravendi Frælsisflokkurin (FPÖ) størsti flokkur á tjóðartingsvalinum í Eysturríki í dag.

- Vit eru til reiðar at standa á odda fyri eini stjórn, sigur floksformaðurin í FPÖ, Herbert Kickl, við sjónvarpsstøðina ÖRF.

Kanslarin í Eysturríki, Karl Nehammer í konservativa flokkinum ÖVP, viðurkennir, at hansara flokkur er komin nummar tvey á valinum eftir FPÖ.

Fyrsta forsøgnin, eftir at valstøðini í Eysturríki stongdu klokkan 17, gevur 29 prosent til FPÖ og 26 prosent til ÖVP.

Nehammer sigur við eysturríkska sjónvarpið, at samráðingarnar millum flokkarnar hava týdning, tá endaliga valúrslitið er greitt.

Undan valinum hevur konservativi flokkurin hjá Nehammer hildið dyrnar opnar fyri at fara í stjórn við FPÖ.

Men hann avsannar, at hann vil arbeiða saman við Herbert Kickl persónliga. Leiðarin í FPÖ er ein klívandi persónur í eysturríkskum politikki.

- Eg standi við mítt og síti fyri at skipa stjórn við Kickl í, sigur Nehammer við ÖRF.

Fyrsta forsøgnin gevur sosialdemokratiska SPÖ ein stuðul upp á góð 20 prosent.

Ein onnur forsøgn frá granskingarstovninum Arge Wahlen sigur eisini, at FPÖ verður størstur og fær umleið fýra prosentstig frammanfyri ÖVP.

Vinnarin av valinum tykist sostatt ikki at fáa meiriluta, men fær rættin at standa á odda fyri samgongustjórn.

- Tað, sum stendur uppá spæl, er, um FPÖ fer at seta kanslaran ella ikki, sigur Kathrin Stainer-Hämmerle, professari í stjórnmálafrøði á universitetinum í statinum Karinthia.

Um Frælsisflokkurin við 55 ára gamla Herbert Kickl á odda tekur kanslarasessin, verður leikluturin hjá Eysturríki í ES ein heilt annar enn hann er í dag, metir hon.

- Kickl hevur ofta sagt, at Viktor Orbán (forsætisráðharrin í Ungarn, red.) er ein fyrimynd hjá honum, og at hann vil standa øksl á øksl við honum, sigur Kathrin Stainer-Hämmerle.

Orbán er ein av teimum mest ES-skeptisku stjórnarleiðarunum í sambandinum. Til dømis hevur hann fleiri ferðir víst á ivasemi mótvegis millum annað felags linjuni hjá ES um at stuðla Ukraina í stríðnum móti Russlandi.

FPÖ hevur eisini mótmælt stuðlinum frá ES til Ukraina og sagt, at Eysturríki skal vera neutralt í ósemjuni.

Flokkurin hevur eina harða linju mótvegis til tilflyting og hevur lovað herdar reglur fyri friðskjólsøkjarum.

Um endaliga valúrslitið staðfestir tey tøl, sum fyrstu forsøgnirnar vísa, verður tað fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at ein høgravendur flokkur møguliga kann skipa stjórn.

Tað kann tó verða ein avbjóðing hjá Herbert Kickl at finna samgongufelagar.

Hann er ein klívandi persónur, sum aðrir floksleiðarar hava noktað at verða leiddir av.

 

Ritzau/Reuters

 

Herbert Kickl, sum er leiðari í eysturríkska frælsisflokkinum, FPÖ, gav tummil upp, tá hann fyrr í dag kom á eitt valstað í býnum Purkersdorf at atkvøða. - Mynd: Heinz-Peter Bader/Ritzau Scanpix