Í kvøld var fyrra av tveimum Eurovision-hálvfinalum í sveisiska býnum Basel, og við tí, so kenna vit eisini nøvnini á teimum fyrstu tíggju londunum, sum eru klár til stóru finaluna í heimsins størstu tónleikakapping leygardagin.
Talan er um:
- Noreg
- Albania
- Svøríki
- Ísland
- Niðurlond
- Pólland
- San Marino
- Estland
- Portugal
- Ukraina
Sostatt livdu stórfavorittararnir Svøríki, Estland og Holland – higartil – upp til vónirnar, meðan hálvfinalan var endaliga steðgurin hjá til dømis Belgia, sum nógv tey flestu annars væntaðu fór at koma í finaluna.
Hósdagin verður seinna hálvfinalan, har føroyska Sissal skal stríðast um eitt av teimum seinastu tíggju finaluplássunum.