Grimsby uttan Geza datt niður á áttanda plássið

Heldur ikki í dag var Geza í hópinum

Mynd: Grimsby Town

Annan dystin á rað var David Geza Turi ikki partur av hópinum hjá Grimsby í dysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini.

 

Grimsby leikti í dag javnleik 0-0 á útivølli móti MK Dons. 

 

Grimsby er nú áttanda plássinum við 68 stigum. Teir hava sama stigatal sum Salford, ið tó hevur betri málúrtøku.

 

Í seinasta og 46. umfarinum komandi leygardag klokkan 15 má Grimsby vinna á AFC Wimbledon, ið er á sætta plássinum við 70 stigum. Við 71 stigum fer Grimsby uppum Wimbledon, og fær tá í ringasta førinum eitt sjeynda pláss, ið er nóg mikið til at sleppa at spæla dystir um uppflyting til triðbestu deildina.

 

Í teimum sjey seinastu dystunum hjá Grimsby hevur Geza tíverri bert fingið spælitíð í tveimum dystum. 

 

Mynd: Grimsby Town