Í dag er tjóðardagur í Grønlandi, og hann verður hildin fleiri staðni við kópaveiðukappingumog tónleiki.
Eitt nú í Nuuk, har Arktisk Kommando sendir veiðimenninar avstað við kanónsalut klokkan 11 okkara tíð sambært skránni fyri hátíðarhaldið frá Sermersooq Kommunu.
Tjóðdagur Grønlands fyrstu ferð hildin í 1985, og í ár er sostatt 40. ferð, at dagurin verður hildin.
Grønlendska flaggi er eisini 40 ár.
- Seinnapartin savnast vit til eina serliga skrá, har vit heiðra flaggi okkara og tann týdning, tað hevur havt gjøgnum árini, stendur í fráboðanini.
Í næststørsta býi í Grønlandi, Sisimiut, verður byrjar dagurin við kópaveiðukapping.
Eftir hetta verður flaggið vundið á stong og felagssangur á kommunuskrivstovuni í býnum, har sangurin "Nuna Asiilasoq", sum er grønlendski tjóðsangurin, verður sungin.
Tað skrivar Qeqqatta Kommuna á Facebook.
Í Narsaq, sum er níggjundi størsti býur í Grønlandi, verður byrjar dagurin við skrúðgongu við fløggum og felagssangi, áðrenn kópaveiðukapping verður seinni á degnum.
Eisini fara fleiri aðrir býir og bygdir at markera dagin. Tað stendur í einum lista yvir hátíðarhaldini, sum grønlendski miðilin KNR hevur gjørt.
Í dag fingu grønlendingar eisini eina heilsan frá Fríðriki kongi og Mary drotning í sambandi við tjóðardagin.
- Vit senda okkara hjartalgiu heilsanir til alt grønlendska fólkið og ynskja øllum ein góðan dag - í býi, bygd, og hvar tit annars halda dagin, ljóðar ein heilsan frá kongshjúnunum á Instagram.
Tjóðardagurin varð innførdur av fyrrverandi Heimastýrinum, og tað var eisini 21. juni 2009, at Grønland alment fekk sjálvstýri.
Dagurin er eisini ársins longsti dagur, summarsólstøða.
Síðan 2016 hevur dagurin verið flaggdagur í Danmark, sum merkir, at ríkismyndugleikar flagga við grønlendska flagginum í dag, eins og teir flagga við føroyska flagginum ólavsøkudag.
/Ritzau/