Landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF í dag.
Sandnes spældi dyst á útivølli móti Notodden í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Sandnes at vinna stórsigur 4-0. Øll málini vóru skotin í seinna hálvleiki. Hagtølini royndir á málið hjá mótstøðuliðnum vístu 16-3 til Sandnes, ið bóltin 58 prosent av tíðini.
Sandnes er nú fremst í bólki 1 í triðbestu deildini. Megna teir at halda hendan sessin, so flyta teir beinleiðis upp í næstbestu deildina. Tó hevur Sotra sama stigatal, og teir í Sotra hava spælt ein dyst færri. Jerv hevur 18 stig á triðja plássinum, og Notodden hevur 17 stig á fjórða plássinum.
Komandi leygardag hevur Sandnes heimadyst móti Sandviken.