Hákun skoraði fimm mál í Champions League

Hákun West av Teigum fekk møguleikan í seinna hálvleiki móti Fredericia, og tók av

Hákun West av Teigum slapp endiliga til orðanna í einum Champions League dysti hjá Füchse Berlin.

 

Füchse Berlin vann í kvøld 38-32 á Fredericia á útivølli. Í fyrra hálvleiki var Fredericia væl við, og í steðginum var støðan javnleikur 17-17.

 

Hákun fekk møguleikan í seinna hálvleiki, og hann tók av. Tað eydnaðist Hákuni at skora fimm mál upp á fimm málmøguleikar.

 

Talan er um fyrstu málini Hákun skorar í Champions League.

 

Füchse Berlin er á einum triðja plássi í innleiðandi bólki A við fýra stigum fyri tríggjar dystir. Fremst eru Sporting Lissabon og Dinamo Bukarest við seks stigum hvør.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Fredericia-Füchse Berlin 32-38 (17-17). Tíverri er einki mál hjá Hákuni við í samandráttinum:

 

##med2##

 

Hóskvøldið 10. oktober tekur Füchse Berlin móti pólska liðnum, Wisla Plock í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Andrias Edmundsson spælir við fótbóltsliðnum hjá Wisla Plock.