Hin 19. juni var hátíðarløta á Sjónámi í Klaksvík, tá 10 skipsatstøðarar fingu prógv. Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, handaði virðislønir.
Fyri besta úrslit fekk Eyðtór Ansgar Jensen eina klokku við baremetur frá Føroya Fiskimannafelag. Fyri gott úrslit fekk Fríður Dam Johannesen ein Steiner-kikara frá Føroya Fiskimannafelag.
Besti floksfelagi (valdur av næmingum) var Eyðtór Ansgar Jensen, sum fekk eitt ur frá Vela-Watches.
Annfinn Olsen, reiðari, bar fram eina frálíka røðu, og Steintór Rasmussen framførdi nakrar av sínum sangum saman við Heina Ziska Dahl á tangentunum. Poli Mikkelsen og Snorri Brend spældu undir til felagssangirnar.
- Vit ynskja nýklaktu skipsatstøðarunum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr á starvsleiðini, siga tey á Sjónámi í Klaksvík.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##