Heartist í Kuummiut - stórur partur av bygdini møtti

Mánadagin tann 9. september varð heimildar filmurin um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir ,”Heartist” vístur í fjarskotnu bygdini í Eysturgrønlandi, Kuummiut.

Sigrun var sjálv til staðar.

Orsøkin til, at hon tók hetta stigið, at geva kummiuttum  møguleikan at síggja vælumtókta filmin, botnar í ynskjunum um at veita teim eina tøkk fyri tíðina, hon, saman við manni og synum, búleikast í Kuummiut fyri mongum árum síðan. Ein tøkk fyri vinsemi og vælvild sum familjan á so mangan hátt hevði møtt.

Filmurin varð vístur í skúlanum og hugaligt var at uppliva, at ein stórur partur av bygdini hevði leitað sær á gátt.

Sigrun, tulkað av skúlastjóranum Lauru Táunájik, bjóðaði vælkomið, róð afturá og hugleiddi í stuttum um tíðina, tá hon og familjan í 1998 á fyrsta sinni komu til Kuummiut , saknurin av teim mongu, ið farin vóru og gleðin í at hitta ”nýggj andlit”.

 

##med2##

##med3#

Fleiri børn vóru eisini møtt og var tað hugaligt at síggja, hvussu hugtikin eisini tey vóru av filminum.

Fleiri av upptøkunum eru jú úr Grønlandi , somuleiðis fleiri málningar,sum síggjast í filminum, eru við motivum úr Kuummiut og aðrir við íblástri úr Kuummiut.

Við filmslok fekk hvørt húski faldaran ”Uummatip takusani puigorneq ajorpai” (Tað hjartað sær – gloymist ei) har fleiri av málningum Sigrunnar úr Grønlandi er í. Faldarin er á grønlendskum, umframt á enskum og donskum.

##med4##

##med5##

Ein sera væleydnað løta, sum endaði við ”kaffimik”, har Sigrunsa skuffukøkur ”fingu bein at ganga á” frættist úr Kuummiut. 

 

##med6##

##med7##

##med8##