Hesir rændu ur fyri fleiri milliónir í Aarhus

Løgreglan leitar eftir tveimum monnum, sum í gjár rændu ur fyri fleiri milliónir mitt í Aarhus.

Danska løgreglan vónar framvegis at fáa upplýsingar frá vitnum í miðstaðarøkinum í Aarhus eftir eitt rán av urum fyri fleiri milliónir krónur mikudagin.

Tað sigur ein vatleiðari hjá donsku løgregluni í morgun - næstan eitt samdøgur eftir ránið, sum fór fram í einum urhandli í Rosengade.

Higartil hevur løgreglan bert fingið nakrar fáar frásagnir, sigur løgregluovastin Martin Christensen hjá løgregluni í Eysturjútlandi.

- Vit hava framvegis stóran áhuga í at hoyra frá fólki, sigur hann.

Áheitanin er millum annað til íbúgvar í miðbýarpartinum, t.e., í gøtum sum Mejlgade, Randersvej og Rosengade.

Ránið fór fram klokkan 10:22 í Kejser handlinum á Rosengade.

Teir báðir gerningsmenninir brúktu millum annað okkurt, sum líkist eini byrsu undir ráninum, og sluppu sambært fráboðanum frá løgregluni avstað við urum fyri fleiri milliónir krónur.

Løgreglan almannakunngjørdi í gjár myndir av monnunum í eini roynd at fáa hjálp frá almenninginum. Teir báðir runnu móti Havnini, upplýsti løgreglan fríggjadagin.

 

/Ritzau/