Donald John Trump verður settur í starv sum 47. forseti í USA mánadagin 20. januar 2025.
20. januar er eisini Martin Luther King Jr. Day, ein tjóðarhátíðardagur í USA, sum minnir á borgararættindastríðsmannin, sum varð myrdur í apríl 1968.
Her er eitt yvirlit yvir nakrar av tíðunum fyri dagin - tíðirnar eru føroysk tíð.
* Kirkjugongd við St. John's Church nærhendis Hvítu Húsunum.
* Eftir gudstænastuna eru Joe Biden, forseti, og forsetafrúan, Jill Biden, vertir fyri teveitslu í Hvítu Húsunum fyri komandi forsetanum og forsetafrúnni, Donald Trump og Melania Trump.
* Kl.16:30: Sjálv vígslan byrjar við eini fleiri røðum. Hátíðarhaldið er í rotundanum, sum er navnið á rúminum undir kuplinum í amerikanska Capitol-bygninginum. Broytingin stendst av, at veðurforsøgnirnar siga frá nógvum kulda í Washington D.C. Mett verður, at tað kann gerast hættisligt.
* Kl. 17:00: Donald Trump verður svorin í eið sum 47. forseti í USA og J.D. Vance er svorin í eið sum varaforseti. Trump fer at halda sína setanarrøðu, har hann væntandi fer at leggja fram sínar ætlanir fyri næstu fýra árini.
* 18:15: Joe Biden fer av Capitol Grounds, og hann kann nú kalla seg fyrrverandi forseta í USA.
* Tíð: Kl.19.30: Fyrsta skrúðgonga við forsetanum og varaforsetanum til Hvítu Húsini eftir Pennsylvania Avenue.
* Seinni um kvøldið fer Donald Trump á tríggjar ymiskar vígsluveitslur, har hann væntandi fer at halda røðu.
Kelda: BBC og Reuters.
/Ritzau/