Hilda Kjølbro einalærari í Haraldssunds skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Hildu Sjúrðadóttir Kjølbro í tíðaravmarkað starv sum einalærari í Haraldssunds skúla frá 1. august 2025 at rokna.

 

Hilda er 49 ára gomul og býr á Viðareiði. Hon tók læraraprógv á Fróðskaparsetri Føroya í 2012. Harumframt hevur hon eisini útbúgving sum føðsluatstøðingur frá Hotel- og Resturantskolen í Keypmannahavn.

 

Hilda hevur drúgvar undirvísingarligar royndir bæði í fólkaskúlanum, í Húsarhaldsskúla Føroya og á matvøruútbúgvingini á Tekniska skúla í Klaksvík.

 

Síðani september 2024 hevur Hilda røkt farloyvisstarvið sum einalærari í Haraldssunds skúla, skrivar undirvising.fo.