HM: Brasil hevur skrivað søgu

Fyri fyrstu ferð er Brasil í einari HM-fjórðingsfinalu í manshondbólti

Í stóra suðuramerikanska landinum, Brasil er fótbóltur nógv tann størsta ítróttargrein. Flogbóltur er eisini ein stór ítróttargrein. Hondbóltur er ein av smærri liðítróttinum í Brasil.

 

Men nú hevur brasilska manslandsliðið gjørt sítt til at fremja áhugan fyri hondbólti í Brasil. Brasil hevur í HM-endaspælinum vunnið á bæði Noreg, Svøríki og Spania, ið er vorðið sum roysnið.

 

Brasil hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnið seg í eina HM-fjórðingsfinalu, og hevur sostatt skrivað søgu.

 

Brasil spælir mikudagin klokkan 16.30 fjórðingsfinalu móti Danmark í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo. Koppar Brasil Danmark er eingin ivi um, at tað fer at geva endurljóð í stóra suðuramerikanska landinum.

 

Við Brasil og Egyptalandi í fjórðingsfinalunum er talan um fyrstu ferð í 26 ár, at tvey ikki evropeisk lið eru við til at manna HM-fjórðingsfinalurnar. Í 1999 vóru Egyptaland og Kuba við til at manna fjórðingsfinalurnar.

 

Hetta er tó triðju ferð á rað, at Egyptaland vinnur seg í HM-fjórðingsfinalurnar. Í 2023 og 2021 vóru teir einasta ikki evropeiska liðið í fjórðingsfinalunum.

 

Egyptaland møtir Fraklandi í Arena Zagreb í morgin klokkan 16.30.