Á ólavsøku bjóðar Liv Lívið inn í Hollywood á Niels Finsens Gøtu 20. Her kunnu ung og familjur koma saman í einum rúsfríum umhvørvi. Liv Lívið hjá Bláa Krossi Føroya skipar fyri tiltaki á Ólavsøku, fyri at skapa eitt rúsfrítt alternativ til ungdómin. Í Hollywood fæst m.a. ein góður kaffimunnur, rúsfríir cocktails, slushice og annað til keyps. Eisini kann man spæla eitt stuttligt borðspæl og hugna sær saman við góðum tónleiki. Kappingar o.a. verður lýst á Instagram- og Facebooksíðini hjá LivLívið.
Edva Jacobsen greiðir frá, at aðalendamálið við fyribyrgjandi arbeiðinum er, at EINGIN ungur skal koma illa fyri, orsaka av rúsi. Blái Krossur ynskir at skapa eina hugburðbroyting, so tað gerst vanligt at hugna sær uttan rús. Tí hevur tað stóran týdning at vera har, sum tey ungu eru, og bjóða teimum eitt umhvørvi, har tey kunnu hugna sær uttan rúsdrekka, hetta, fyri at vísa á, at tað ber til at hava tað stuttligt uttan rús. Hon heldur tað verða gott at kunna taka hond um tey ungu á henda hátt. Tað er sera týdningarmikið, at tey vaksnu taka hetta í stórsta álvara og eru við til at verja ungdómin móti rúsi leggur Edva afturat.
Í summar hava hølini opið mikukvøld og leygarkvøld kl. 18.00, sum vant. Til ber at fylgja Liv Lívið á Instagram og/ ella facebook, fyria at síggja, um broytinar eru í skránni, ella um skipa verður fyri øðrum tiltøkum.
Á ólavsøku verður rúsfríi vognurin hjá Bláa Krossi opin og fer at standa á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen Búnýtið. Í vogninum fáast rúsfríir drykkir til keyps og sjálvandi ókeypis vatn.
Edva Jacobsen, aðalskrivari, takkar hjartaliga øllum, sum hvønn dag gera eitt megnar arbeiði fyri Bláa Kross á ymiskan hátt, og ynskir øllum ólavsøkugestum eina góða ólavsøku.