Hvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vit bera?

Seinastu trý árini er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið túsund fólkum, meðan tað privata vinnulívið nærum stendur í stað.

– Hetta er ein álvarsom gongd, tí hvør skal fíggja hetta, og eru vit vís í, at økt almenn starvssetan gevur okkum betri vælferð?

 

Soleiðis »Áskoðanin« hjá Vinnuhúsinum í dag.

 

Í Føroyum veksur tað almenna – og tað ger tað skjótt. Tað vísa hagtøl, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag varpaði ljós á í farnu viku. Hagtølini tala fyri seg, tí meðan privata vinnan er steðgað upp, hevur tað almenna bygt upp og sett fólk í størv sum ongantíð fyrr, hóast tað almenna longu er stórt í mun til tað privata.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at steðga á og taka gongdina í størsta álvara. Er tað neyðugt við øllum hesum starvsfólkunum undir almennum ræði? Er almenn umsiting vorðin skjótari? Eru borgarar meira nøgdir við almennu tænasturnar? Og hevur tað almenna fingið meira burturúr stóru íløgunum, sum eru gjørdar í infrastruktur og KT?

 

Tann vøksturin, sum var í privata geiranum í 2010’unum, er steðgaður seinastu árini. Hóast føroyskar fyritøkur hava víst á, at tær hava tørv á arbeiðsmegi og betri korum, so tykist tað almenna ikki at hava somu avbjóðingar. Nei, tvørturímóti. Hví hevur tað almenna so nógv lættari við at vaksa, meðan tað privata hevur trupult við at mennast?

 

Duga vit nóg væl at føra vinnupolitikk?

Orsakirnar eru helst fleiri, men tað ber til at vísa á nøkur viðurskifti, sum sannlíkt hava ávirkað gongdina. Fyri tað fyrsta hava koronufarsóttin og kríggið í Ukraina skapt óvissu, hægri rentur og minkandi keypiorku. Í øðrum lagi hava føroyskar fyritøkur fingið alsamt fleiri byrðar at bera. Hægri lønarkostnað, økt avgjøld, strangari lóggávu og meira umsitingarligt stríð.

 

Alt hetta ger tað minni lokkandi at gera íløgur, sum økja um produktivitetin og skapa nýggj arbeiðspláss. Men meðan fyritøkurnar hava repað seglini og gjørt alt fyri at klára seg í truplum tíðum, hevur tað almenna – land og kommunur – bara hildið fram við at seta fólk í starv, sum um onki var hent.

 

Fyrsta fortreytin fyri at seta fólk í starv er, at fólk við teimum røttu førleikunum eru tøk. Og her vísti starvsfólkakanningin, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi í fjør, at tað vanta fólk á fleiri økjum; serliga yrkislærd og fólk við KT-førleikum. Vit mugu kýta okkum at útbúgva fólk við røttum førleikum og gera umstøðurnar at seta fólk úr útlandinum í starv smidligar. Hetta minkar um fløskuhálsarnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

Ein onnur avbjóðing er, at kostnaðurin at reka vinnu er øktur munandi seinnu árini. Fleiri almenn gjøld og avgjøld eru hækkað, lønarkostnaðurin er øktur, og lóggáva á ymiskum økjum hevur økt um umsitingarligu byrðarnar. Tað tykist, sum um vit hava hug at avrita ES-lóggávu uttan at geva okkum far um, um hetta er skilabesti hátturin at røkka endamálinum. Ofta er hann ikki tað, og hjá føroyskari fyritøku við lítlari umsiting kann tað verða steinur oman á byrðu.

 

Tá ið uttanhýsis fortreytirnar eru avbjóðandi, er tað serliga týdningarmikið, at vit gera, hvat vit kunnu, fyri at skapa góðar og forútsigiligar karmar at reka vinnu í Føroyum. Og her hava vit ikki dugað nóg væl, hóast nøkur átøk hava peikað rætta vegin. Tað tykist, sum vit hava hug at gloyma almenna vinnupolitikkin, sum varð orðaður í 2000’unum.

 

Hava vit fingið betri tænastur?

Tá ið ein fyritøka ger íløgur, verður mett um, hvat veksur inntøkurnar, og hvat kann effektiviserast. Men í almenna geiranum er trupulleikin, at ongin marknaður setur mørk fyri starvssetanum. Tað er altíð pláss fyri fleiri umsitingarfólkum, fleiri skrivstovustørvum og fleiri umsitingarligum skipanum.

 

Tá ið almenni geirin veksur, skuldi tað í prinsippinum merkt, at vælferðin økist, vit fáa betri og skjótari tænastur, betri umsiting og eina effektivari fyrisiting. Men hava vit sæð tað? Hetta er ikki nakað, sum ofta verður tikið upp í almenna kjakinum. Eingin eftirmeting verður gjørd av, um tað almenna veruliga veitir fleiri ella betri tænastur, og tað tykist, sum um stóru íløgurnar, ið tað almenna ger í KT og nýggjar umsitingar, sum skulu effektivisera og skapa veruligar broytingar, oftast verða verandi á pappírinum.

 

Tí er neyðugt at spyrja, um vit fáa betri vælferð og betri tænastur av, at starvsfólkatalið undir almennum ræði heldur fram at vaksa, og eru vit vís í, at vit fáa meira fyri pengarnar?

 

Effektivisering og færri, sum liva av almennum lønum

Tað, sum skapar ein sunnan búskap, er eitt virkið og vinnusamt samfelag, har privatar fyritøkur hava góðar karmar at vaksa. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin, at almennu myndugleikarnir fara undir at fyrireika tiltøk, so at Føroyar ikki detta í somu fellu sum onnur lond, har almenni geirin hevur vaksið seg so stóran, at hann tyngir búskapin.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag er sjálvsagt sinnað at hjálpa almennu myndugleikunum, so vit fáa færri, sum liva av almennum lønum, og vit fáa javnvág millum gongdina í starvsfólkatalinum í tí privata og tí almenna.

 

Fyrst stig kann vera at steðga øllum óneyðugum starvssetanum og bert seta nýggj fólk í starv, um onkur annar fer úr starvi. Næsta stig kann vera at effektivisera almennu umsitingina og brúka tær íløgur, sum longu eru gjørdar í KT og infrastruktur, til at lækka starvsfólkatalið. Triðja stig kann vera at gera tað lættari at reka privatar fyritøkur við lægri avgjøldum, minni umsitingarligum trýsti og einari vinnupolitiskari kós, sum styrkir tað privata í mun til tað almenna.

 

Tað almenna skal sjálvandi veita neyðugar tænastur, men vit mugu eisini minnast til, at tað eru privatu fyritøkurnar og arbeiðsplássini, sum skapa grundarlagið fyri allari vælferð. Tí er spurningurin, vit øll mugu seta okkum:

 

Hvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vit bera, áðrenn tað verður ov nógv? Og eru vit fyrireikað og nóg væl trimmað, so vit hava bestu fortreytir, tá ið brotasjógvarnir raka og umstøðurnar broytast? Ja, umstøðurnar fara at broytast, hóast vit ikki vita hvussu. Men tað kann henda knappliga.