Talið av deyðum eftir álopini hjá Ísrael á Iran er komið upp á 224, boðar iranska heilsumálaráðið frá sunnukvøldið.
Fleiri enn 1.200 onnur hava fingið skaða í álopunum, sum byrjaðu fríggjadagin.
- Eftir 65 tímar við ágangi frá zionistiska stýrinum hava 1.277 fólk fingið skaða. 224 kvinnur, menn og børn eru vorðin pínslarváttar, skrivar talsmaðurin hjá ráðnum, Hossein Kermanpour, á sosiala miðlinum X.
Hann legði afturat, at 90 prosent av teimum dripnu vóru sivilfólk.
Hetta veit AFP at siga.
Millum tey hundraðtals deyðu eru eisini framstandandi persónar innan herin í Iran.
Máttmikla kollveltingarverjan staðfesti seint í kvøld, at leiðarin fyri fregnartænastuna, Mohammad Kazemi, er dripin. Tað sama er galdandi fyri tveir aðrar generalar í tænastuni.
Fyrr í dag rakti eitt ísraelskt álop millum annað flogvøllin í býnum Mashhad í útnyrðingspartinum av Iran.
Verjumálaráðið í høvuðsstaðnum Teheran skal eisini hava fingið skaða eftir eitt ísraelskt álop.
Sambært iranskum miðlum vórðu iranska uttanríkisráðið og høvuðssætið hjá løgregluni í Teheran eisini rakt.
Fleiri starvsfólk í uttanríkisráðnum hava fingið skaða, upplýsir varauttanríkisráðharrin, Saeed Khatibzadeh, sambært iransku tíðindastovuni Irna, skrivar Reuters.
Óformligar keldur seta talið á deyðum hægri enn iransku myndugleikarnir.
Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Activists, sum hevur skrivstovu í Washington D.C., hevur síðani fríggjadagin skrásett 406 deyðsføll og 654 skadd í Iran, skrivar tíðindastovan AP.
Ísraelsku álopini hava í høvuðsheitum verið ætlað hernaðarleiðsluni í Iran og kjarnorkuverkunum í landinum.
/Ritzau/