Í morgin verður Friedrich Merz nýggjur kanslari

Stjórnaravtala er undirskrivað í Týsklandi, og í morgin fær landið formelt nýggjan kanslara

Flokkarnir í komandi týsku stórnini hava nú undirskrivað sína stjórnaravtalu. 

 

Sambært tíðindastovuni NTB fyllir avtalan 144 síður, og hon er undirskrivað av leiðarunum fyri borgarligu flokkarnar, CDU og CSU og sosialdemokratiska flokkin, SPD.

 

Tað verður í týska Forbundsdegnum í morgin, at CDU-leiðarin, Friedrich Merz, formelt verður valdur til nýggjan kanslara í Týsklandi. 

 

Um miðjan apríl gjørdust flokkarnir samdir um stjórnaravtaluna, eftir at hava samráðst í hálvan annan mánað.

 

- Nøkur av týdningarmiklastu málunum í avtaluni snúgva seg um strangari tilflytarapolitikk, øktar verjuútreiðslur, viðurskiftini við USA og orkupolitikk, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.