Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sigur, at Ísrael fer at herða álopini á Iran.
Verjumálaráðharrin sigur, at hann og forsætisráðharri landsins, Benjamin Netanyahu, hava givið boð um, at álopini skulu herðast.
Málið er hugsandi at beina burtur hóttanina móti statinum, Ísrael og undirgrava iransku ayatolla-stjórnina.
Ávaringin úr Ísrael kemur eftir, at iranskar rakettir raktu eitt sjúkrahús í syðra parti av Ísrael í morgun.
Iran sigur, at endamálið við álopinum var at raka eit hernaðarmál í Ísrael - og ikki sjúkrahúsið.
Hetta skriva NRK og NTB í morgun.
Hetta er Soroka-sjúkrahúsið, sum varð rakt av iranskum rakettum í morgun