Ísrael boðar frá, at tey hava dripið leiðandi lim í Hizbollah

Hizbollah og Ísrael halda fram at fremja álop móti hvørjum øðrum. Ísrael boðar frá nýggjum drápi av einum eldri limi.

Leygardagin váttaði Hizbollah, at Hizbollah hevur mist fyrrverandi leiðaran, Hassan Nasrallah. Her gjørdi rørslan eisini greitt, at hon framhaldandi fer at berjast móti Ísrael. Harumframt hevur Ísrael sambært herinum framt nýggj álop móti rørsluni. Myndin er úr Libanon í gjár. - Mynd: Ali Alloush

Ísraelski herurin, IDF, sigur í dag, at hann hevur dripið leiðandi lim í Hizbollah, Nabil Kaouk.

Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.

Tað er ikki greitt, júst hvar drápið fór fram.

Hizbollah hevur heldur ikki gjørt viðmerkingar til upplýsingarnar, men fleiri av stuðlunum hjá rørsluni hava síðani í gjár komin við boðum um, at tey syrgja Kaouk.

Fráboðanin kemur ein dag eftir, at herurin í Ísrael boðaði frá, at ovasti leiðarin í libanesisku rørsluni, Hassan Nasrallah, varð dripin í einum loftálopi í sunnara parti av høvuðsstaðnum, Beirut, fríggjadagin.

Hizbollah váttaði seinni, at Nasrallah varð dripin.

Her gjørdi rørslan eisini greitt, at hon framhaldandi fer at berjast móti Ísrael, og Hizbollah hevur hildið fram við at skjóta rakettir móti landinum.

Harumframt framdi herurin í Ísrael nýggj álop móti Hizbollah í Libanon í nátt og tíðliga í morgun.

Hetta hevur herurin upplýst. Her sá tað eisini út til, at tað hevur rakt fleiri málum, sum hava samband við Hizbollah, eitt nú rakettskipanir.

Hizbollah er ein av rørslunum, sum mynda sokallaða mótstøðuásin. Talan er um eina røð av vápnaðum rørslum, sum við stuðli frá iranska prestastýrinum berjast móti Ísrael.

Palestinska rørslan Hamas, sum stríðist móti Ísrael í Gazageiranum, er eisini partur av ásinum.

Síðani kríggið millum Ísrael og Libanon í 2006 hevur Hizbollah víðkað um sína  rakettgoymslu, sum er mett til meira enn 120.000, við longri røkkandi rakettum enn áður.

Heilsumálaráðið í Libanon hevur upplýst, at 33 fólk doyðu í ísraelskum álopum móti Libanon í gjár.

Síðani 8. oktober 2023 er samlaða talið av dripnum sostatt 1.670 fólk, harav 104 børn. Síðani tá hava næstan dagliga verið álop hinumegin markið millum Libanon og Ísrael.

 

Ritzau/Reuters

 

 

Leygardagin váttaði Hizbollah, at Hizbollah hevur mist fyrrverandi leiðaran, Hassan Nasrallah. Her gjørdi rørslan eisini greitt, at hon framhaldandi fer at berjast móti Ísrael. Harumframt hevur Ísrael sambært herinum framt nýggj álop móti rørsluni. Myndin er úr Libanon í gjár. - Mynd: Ali Alloush