Ísrael boðar frá nýggjum álopum í Libanon

- Um tú ert í námindi av - ella inni í - bygningum hjá Hizbollah ella bygningum, sum Hizbollah brúkar sum vápnagoymslur, eigur tú at rýma haðani, sigur Ísrael við íbúgvar í Libanon.

Arabiskt talandi talsmaðurin hjá ísraelska herinum (IDF), sum kallast Avichay Adraee, boðar frá fleiri ísraelskum álopum í Libanon.

 

Hetta sigur hann á X, fyrrverandi Twitter.

 

Fráboðanin er ætlað íbúgvum í ónevdum libanesiskum bygdum. 

- Um tú ert í námindi av - ella inni í - bygningum hjá Hizbollah ella bygningum, sum Hizbollah brúkar sum vápnagoymslur, eigur tú at rýma haðani - í minsta lagi ein kilometur burtur, skrivar talsmaðurin.

 

##med2##

 

Í gjár gjørdi ísraelski herurin umfatandi loftálop á Libanon. Sagt verður, at í minsta lagi 492 fólk lógu eftirá, og fleiri enn 1645 vórðu særd. 

 

Haraftrat eru fólk í túsundatali flýdd undan ísraelsku álopunum, og í dag sigur ísraelski herurin so, at álopini á Libanon fara at halda fram.

 

 

 

Avichay Adraee, talsmaður hjá IDF, sum skrivar á arabiskum.