Amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, vitjar í Grønlandi fríggjadagin. Hetta sigur hann í einum videobroti á X.
- Tað var so stórur spenningur kring vitjanina hjá Usha í Grønlandi hendan fríggjadagin, at eg avgjørdi, at eg ikki vildi hava hana at hava alt tað stuttliga einsamøll. So eg eri við henni, sigur Vance í videobrotinum.
Fráboðanin frá varaforsetanum kemur eftir at Hvítu Húsini hava váttað, at amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, og orkumálaráðharrin, Chris Wright, saman við forsetafrúnni Usha Vance, fara at vitja Grønland móti endanum av vikuni.
Frammanundan var boðað frá, at vitjanin fór at verða hósdagin. Óvist er, um hetta framvegis er so.
/Ritzau/