– Í einum stórum parti av mínum lívi havi eg hildið, at fiskur hevur verið rættiliga keðiligur matur. Inntil eg var í Føroyum. Á einari matstovu, sum eitur Barbara.
Hetta fortelur kendi danski íleggjarin, Jesper Buch, í nýggjasta partinum av Løvens Hule, sending hjá DR.
Jesper Buch er ein av teimum fimm "leyvunum", sum íverksetarar skulu royna at sannføra um at spýta pengar í sína fyritøku. Í nýggjasta parti, sum kom út í dag, var ein ungur maður, sum seldi feskan fisk. Tað var í hesum sambandi, at Jesper Buch fór at tosa um sítt tilknýti til fisk sum mat - eitt tilknýti sum eftir øllum at døma broyttist eftir eina vitjan í Føroyum.
– Barbara er ein av teimum absolutt bestu fiskamatstovum í ríkisfelagsskapinum, sigur hann.
– So tey seinastu 10 árini havi eg í roynd og veru etið rættiliga nógvan fisk.
Sendingin kann síggjast HER. Spola fram til 40:40 fyri at hoyra Jesper Buch tosa um fisk og Barbaru.