Kappingarneytin hjá Mattiasi bleiv ársins leikari í Fredericia

Fredericia endaði næstfremst

Síðani Mattias H. Lamhauge bleiv skaddur 2. august í fjør, hevur 24 ára gamli kappingarneytin hjá Mattiasi, Valdemar Birksø vart málið hjá Fredericia í 29 dystum á rað. 

Hann hevur gjørt tað somikið væl, at hann er valdur at vera besti leikarin hjá Fredericia hetta kappingarárið.

Við føroyskum landsliðsbrillum var vónin, at Mattias kundi verja málið hjá Fredericia í dag í heimadystinum móti Kolding, nú uppflytingin hjá Fredericia til donsku superliguna er tryggjað fyri langari tíð síðani. Men venjarin, Michael Hansen vildi einki frávik gera frá tí hann hevur gjørt síðani 2. august í fjør. Og sostatt hevur Mattias ikki spælt ein kappingardyst fyri Fredericia í nærum 10 mánaðir. 

Fredericia vann 2-0 (1-0) á Kolding, men tað var ikki nóg mikið til at tryggja Fredericia fyrsta plássið í ovara endaspælinum í næstbestu deildini. OB vann á heimavølli 4-2 (3-0) á Esbjerg, og endaði liðið úr Odense ovast við 65 stigum. Fredericia endaði næstfremst við 64 stigum.

Mattias sleppur undan at kappast við Valdemar Birksø komandi kappingarár, tí Valdemar Birksø fer nú til Noregs, har hann skal spæla við liðnum hjá Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad. 

Valdemar Birksø var valdur til ársins leikara hjá FC Fredericia.

Valdemar Birksø var valdur til ársins leikara hjá FC Fredericia.