Ein maður, sum drap 35 fólk í Kina við at koyra inn á tey í býnum Zhuhai í november, er avrættaður.
Tað upplýstu kinesiskir almennir miðlar í morgun.
Tann 11. november koyrdi 62 ára gamli Fan Weiqiu inn í eina mannamúgvu, har fólk vandu uttan fyri ein leikvøll í býnum Zhuhai í Suðurkina. 35 doyðu og 43 fingu skaða.
Hann játtaði seinni í rættinum at hava koyrt inn í mannamúgvuna og varð dømdur til deyða síðst í desember.
Sambært dóminum vildi hann "lufta út vreiði sína" yvir millum annað eitt miseydnað hjúnalag og ognarbýtið í hjúnaskilnaðinum.
- Motivini vóru sera andstyggilig, brotsgerðin sera óhugnalig, metodurnar serliga ræðuligar og avleiðingarnar sera álvarsligar og við munandi skaða á samfelagið, stendur í dóminum.
Fan Weiqiu varð handtikin á staðnum eftir samanstoytin. Hann hevði roynt at sloppið undan og hevði sært seg sjálvan við knívi. Hann var síðani í koma, upplýsir kinesiska løgreglan.
Í dag segði almenna kinesiska kringvarpið CCTV, at Fan Weiqiu varð avrættaður "í samsvari við deyðarevsingina, sum hægstirættur hevði givið."
Ákæruvaldið í Zhuhai hevði starvsfólk til staðar at eygleiða avrættingina, upplýsir CCTV.
Sambært BBC vóru í 2024 tilsamans 19 álop móti útlendingum um alt Kina - og í somu viku sum Zhuhai-álopið vóru tvey.
Tølini frá 2024 umboða ein stóran vøkstur í mun til 2023 og undanfarin ár yvirhøvur, skrivar bretski miðilin.
Sambært einari uppteljing hjá BBC frá 27. desember doyðu tilsamans 63 og 166 fingu skaða í álopinum í 2024.
Ritzau/AFP