Kongurin í Tailandi góðkenni lóg um hjúnaband millum samkynd

Tailand er nú triðja landið í Asia, sum loyvir samkyndum hjúnalag.

Kongurin í Tailandi, Maha Vajiralongkorn, góðkennir lógina um, at fólk av sama kyni kunnu giftast frá ársskiftinum. Tailand gerst triðja asiatiska landið eftir Nepal og Taiwan, sum gevur grønt ljós til samkynd hjúnalag. - Mynd: Jack Taylor/Ritzau Scanpix

Kongurin í Tailandi góðkendi í dag eina lóg, sum loyvir fólki av sama kyni at giftast í landinum.

Hetta skrivar tíðindastovan AFP.

Lógin varð samtykt av tailendska senatinum miðskeiðis í juni og manglaði góðkenning frá tailendska konginum Maha Vajiralongkorn.

Í dag skrivaði kongur undir lógina, sum kemur í gildi um 120 dagar.

Tailand verður sostatt triðja asiatiska landið, sum viðurkennir samkynd hjúnalag. Hini eru Nepal og Taivan.

Lógin er samstundis broytt soleiðis, at lýsingarnar "menn", "kvinnur", "konur" og "menn" verða skiftar út við kynsneutral hugtøk.

Tað er ikki greitt, hvørjar kynsneutralu tilnevningarnar verða.

Lógin gevur eisini samkyndum pørum somu rættindi sum tvørkyndum pørum, tá talan er um ættleiðing og arv.

/Ritzau/