Forkvinnan í grønlendska krabbameinsfelagnum, Elisabeth Lynge Hansen og stjórin í Kræftens Bekæmpelses, Jesper Fisker, vóru til reisigildi, tá húsið í Grønlandi stóð reist fríggjadagin

Krabbasjúk í Grønlandi fáa sítt egna hús

Nýggja húsið, sum skal taka hond um og veita ráðgeving til krabbasjúk og avvarðandi í Grønlandi, verður bygt nærindis Dronning Ingrids Hospitali í Nuuk

Forkvinnan í grønlendska krabbameinsfelagnum, Elisabeth Lynge Hansen og stjórin í Kræftens Bekæmpelses, Jesper Fisker, vóru til reisigildi, tá húsið í Grønlandi stóð reist fríggjadagin

Grønlendska krabbameinsfelagið kallast Neriuffiit Kattuffiat, og forkvinna í felagnum er Elisabeth Lynge Hansen. Tá hátíðarløta varð hildin fríggjadagin, nú nýggja húsið stendur reist, var eisini stjórin í  Kræftens Bekæmpelse, Jesper Fisker, eisini við til hátíðarhaldið.

 

- Eftir fleiri ára fyrireiking stendur fundamentið nú stoypt, og veggirnir eru komnir upp. Her verður ráðgevingin fyri krabbasjúk og teirra avvarðandi samlað undir einum taki, skrivar Kræftens Bekæmpelsen í tíðindaskrivi, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur.

 

Verkætlanin er eitt samstarv millum grønlenska krabbameinsfelagið, Neriuffik Kattuffiat og Kræftens Bekæmpelse í Danmark.

 

– Krabbamein er tíverri ein sjúka, sum ger um seg í Grønlandi, og nógvir sjúklingar og avvarðandi standa við truplum spurningum og ótta, samstundis sum sjúklingar noyðast at ferðast langan veg til viðgerð.

 

##med2##

 

Forkvinnan í grønlendska krabbameinsfelagnum, Elisabeth Lynge Hansen, sigur, at við nýggju húsunum fær Grønland fyri fyrstu ferð eitt samlað, trygt og sjónligt stað, har fólk kunnu fáa hjálp, vitan og felagsskap. 

 

- Vit gleða okkum ógvuliga nógv at kunna bjóða sjúklingum og avvarðandi vælkomin í okkara nýggja og vakra hús, sigur hon.

 

Krabbameinshúsið verður bygt nærindis Dronning Ingrids Hospitali í Nuuk, og eftir ætlan stendur tað liðugt á sumri næsta ár.

 

Lesið eisini - https://www.sermitsiaq.ag/samfund/rejsegilde-kraeftpatienter-i-gronland-far-deres-eget-hus/2240040

 

 

 

 

 

Forkvinnan í grønlendska krabbameinsfelagnum, Elisabeth Lynge Hansen og stjórin í Kræftens Bekæmpelses, Jesper Fisker, vóru til reisigildi, tá húsið í Grønlandi stóð reist fríggjadagin