Tað endaði við 3-1 B36 sigri á Dungasandi í Sørvági í kvøld. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.
Hjá B36 var av álvara talan um uppreisn eftir vónbrotið, sum tað var, tá ið tað í Gundadali endaði 1-1 ímóti B68, og eftir vónbrotið, sum tað var, tá ið B36 eftir brotssparkskapping í Klaksvík varð varpað úr steypakappingini.
B36 er greitt á fjórða plássi. Tað eru fimm stig aftur til Víking, meðan tað eru tvey stig fram til HB.
Í kvøld var framrættaði síðuspælarin Marius Kryger Lindh tvífaldur málskjútti. Hetta vóru fyrstu málini, sum 25 ára gamli danski spælarin hevur skorað í ár. Marius Kryger Lindh hevur fleiri ferðir verið á beinkinum fyri síðani at vera skiftur inn. Í kvøld var hann fyri fjórðu ferð millum teir fyrstu ellivu.
Liðformaðurin Hannes Agnarsson átti uppleggið, tá ið Marius Kryger Lindh longu í fyrsta minutti legði B36 framum.
Í 10. minutti javnaði 07 Vestur til 1-1. Málskjútti var Brage Prestmo Kvithyld. Hetta var fyrsta málið hjá 20 ára gamla norska verjuspælaranum í 07 Vestur búnanum.
Tað var ikki stórur munur í spælbýti, og heimaliðið hevði eins nógvar málroyndir, sum gestirnir høvdu. Men tað gekk illa hjá 07 Vestur at vinna úrtøku úr málmøguleikunum.
Fýra minuttir eftir, at heimaliðið hevði javnað, legði B36 seg aftur á odda. Málskjútti var Filip Djordjevic, og uppleggið átti Pætur J. Petersen, sum í kvøld var fremsti maður hjá B36.
Ein minutt undan steðginum økti Marius Kryger Lindh um leiðsluna til 3-1, og aftur hesaferð var tað Hannes Agnarsson, sum átti uppleggið.
Einasta stigið, sum 07 Vestur higartil hevur vunnið, var í triðja umfari á útivølli ímóti Víkingi.
Fimm tær næstu ferðirnar eru mótstøðuliðini av tí slagnum, sum tað hjá 07 Vestur er neyðugt at vinna úrtøku ímóti. Talan er um B68 (ú), EB/Streymur (h), TB (h), B68 (h) og EB/Streymur (ú).
07 Vestur – B36 1-3 (1-3)
0-1: Marius Kryger Lindh
1-1: Brage Prestmo Kvithyld
1-2: Filip Djordjevic
1-3: Marius Kryger Lindh
Dómari: Dagfinn Forná