Løgreglan havt úr at gera í nátt

Nógv fólk hava verið í býnum í Havn í nátt, og tað gav løgreglunum nógv at gera

Konsert var í høllini á Hálsi í Havn í gjárkvøldið, har danska Medina framførdi, og tað førdi til, at nógv fólk hava verið í býnum. Og tá fólk so eisini eru drukkin, so gevur tað løgregluni nógv arbeiði.

Vakthavandi á politistøðini hevði tí eina áheitan á fólk, sum ringja til løgregluna, tá tey síggja full fólk liggja út, um at royna at vakja tey og vit um tey fáa tey á føtur, áðrenn tey ringja eftir løgregluni. Tí løgreglan fær so nógvar uppringingar, tá so er. Og ofta er tað ikki neyðugt, at senda boð eftir løgregluni.

– Sjálvandi eru støður, har tað er neyðugt at boðsenda løgregluni, og tað skulu fólk sjálvandi gera. Men bara tey líka kanna fyrst, um tað er neyðugt, so hevði tað lætt nógv um hjá okkum, sigur vakthavandi.

Hann sigur, at sjúkrabilar eisini ofta verða boðsendir, har tað ikki er neyðug, og tí mælir hann fólki til fyrst at vita, um tað ber til at fáa viðkomandi á føtur og vissa sær, um neyðugt at ringja eftir hjálp.

Løgreglan hevur havt tveir liggjandi gestir í nátt. Fyrst var tað ein, sum ikki vildi siga løgregluni, hvør hann var. Hann gjørdist sera ólátaður, so tað endaði við, at hann varð handtikin. Hann slapp út aftur í morgun við eini bót fyri brot á skilhaldsreglarnar, tí hann ikki vildi upplýsa navnið fyri løgregluni.

Ein annar persónur var eisini ólátur móti løgregluni. Hann sló niður á løgreglubilin. Hann fær eisini eina bót við sær fyri brot á skilhaldsreglarnar.