Sum siður er skal besti føroyski stuttfilmur veljast, tá ársins Geyti verður í Norðurlandahúsinum. Hetta verður eitt satt veitslukvøld við reyðum langteppi, brúsi í glasinum og afterparty, og nú er kunngjørt, hvørjir luttakarar og stuttfilmar skulu kappast um ársins Geyta.
Eftir at hava viðgjørt allar 16 filmarnar, sum eru innkomnir, hevur dómsnevndin valt, at 7 stuttfilmar skulu víðari í kappingini.
Tey tilnevndu eru:
- Magni Elias Vang við filminum “Álvara og gaman”
- Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre við filminum “EINMIN”
- Julia í Kálvalíð við filminum “Faðir mín Faðir”
- Sølvi Næs Hoydal við filminum “Glataður tími”
- Maria Winther Olsen við filminum “Halt um meg”
- Trygvi Danielsen við filminum “Kindregg”
- Høgni Egholm Magnussen og Mathias Dimon Næs við filminum “Kvøldvaktin”
Hesi eru í kapping um virðislønirnar Geytin á 40.000 kr, latið av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønina á 30.000 kr, latið av Tórshavnar kommunu.
Tey, ið sita í dómsnevndini við torføru uppgávuni at velja vinnaran av Geytanum, eru Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk, umframt eitt altjóða filmsumboð.
Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. Geytakvøldið heiðrar føroyskari filmsframleiðslu og er eitt høvi fyri bæði filmsfólk og filmsáhugað at hittast. Stuttfilmskappingin er eitt samstarv millum Filmshúsið og Norðurlandahúsið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
Geytin verður 8. februar, kl. 19 í Norðurlandahúsinum. Keyp atgongumerki á nlh.fo.