Ein maður hevur koyrt ein bil inn í eina mannamúgvu í suðurtýska býnum Passau.
Tað upplýsir týska løgreglan sambært fleiri týskum miðlum.
Løgreglan leggur afturat, at tað kann ikki útihýsast, at talan var um eina tilætlaða gerð.
- Í hesi løtu kann ikki útihýsast, at maðurin við vilja koyrdi bilin inn í mannamúgvuna, sigur løgreglan, sambært lokala miðlinum Passauer Neue Presse.
Ongar ábendingar eru um brotsverk, stendur í fráboðanini.
Fimm fólk eru viðgjørd á sjúkrahúsinum, skrivar týska tíðindastovan dpa. Millum tey særdu eru 38 ára gamla kona mannin og fimm ára gamla dóttirin hjá manninum.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við týska blaðið Bild, at eingin er álvarsliga særdur í hendingini, sum fór fram klokkan hálvgum trý seinnapartin.
Fleiri týskir miðlar skriva, at bilførarin er ein 48 ára gamal maður, sum nú er handtikin.
Løgreglan kannar málið. Við støði í upplýsingum frá løgregluni skrivar Passauer Neue Presse, at eitt stríð um foreldramyndugleika kann hava havt ein leiklut.
Passau liggur á markinum hjá Týsklandi til Eysturríki - umleið 150 kilometrar í ein útsynning úr München.
Í februar koyrdi ein bilur inn í eina mannamúgvu í München. Tvey av teimum særdu - ein kvinna og hennara tvey ára gamla barn - doyðu seinni á sjúkrahúsinum. Fleiri onnur fólk fingu skaða.
Ein 24 ára gamal maður, sum varð handtikin í málinum, hevur viðgingið, at hann við vilja koyrdi bilin inn í mannamúgvuna.
/Ritzau/