Manna ikki bát í ár

Nýggja felagið í Hvalba luttók í kappróðrinum í fjør, men í ár er ikki eydnast at manna bát, men formaðurin er bjartskygdur, og væntar, at komandi ár eru hvalbingar við aftur.

Mynd: Rúni Thomsen

Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag, HSK, ið tá var nýtt felag, ætlaði at luttaka í kappróðrinum í 2023, men tíðin gjørdist ov knøpp.

 

Men í 2024 luttók HSK. Felagið hevði fingið bát, ið fekk navnið Snæbjørn, ið ein gentumanning mannaði.

 

Men í ár er øðrvísi.

 

- HSK hevur ongan bát við í ár. Vit royndu at fáa eina gentumanning, 14-16 ár, men tað gekk ikki. Vit mangla eina ella tvær. Í fjør eydnaðist at hava  eina gentumanning við, og vit høvdu vónað, at tað eisini eydnaðist í ár, men  hetta eydnaðist tíverri ikki, sigur Rúni Thomsen, formaður.

 

Nýggjan bát

 

Felagið hevur fingið sær nýggjan bát.

 

Hesin er keyptur úr Klaksvík.

 

- Nýggi báturin hevur eisini fingið navnið Snæbjørn, og hin fyrri báturin fer so aftur til Sands, haðani hann kom, sigur Rúni Thomsen.

 

Herja á aftur

 

- Tað er ikki altíð lætt at savna fólk í smærru økjunum, sigur Rúni Thomsen.

 

- Og so er tað eisini hetta, at fólk mugu skilja, at skal ein rógva kapp, so ger ein ikki nógv annað. Tað tekur nógva tíð, og skal ein t.d. ferðast, so má tað bíða til aftaná ólavsøku, sigur formaðurin.

 

Men formaðurin í nokkso nýggja felagnum hevur ikki mist mótið.

 

- Vit herja á aftur næsta ár, og  vónandi hava vit tá eina manning, umframt eina manning til barnaróður, sigur Rúni Thomsen, ið ásannar, at tað eisini hevur týdning at seta við.

 

Bátar við í 2025

 

Ongin bátur við

 

Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her

 

Mynd: Rúni Thomsen