Meiri enn fimm ár síðani B36 vann á grannanum

Landsliðsspælarar bæði hjá B36 og HB eru ikki á vøllinum í dag

Stóri dysturin um vikuskiftið er grannauppgerðin í Gundadali. Talan er so at siga um undanframførslu, tí somu feløg fara at hittast í steypafinaluni, sum verður leygardagin 2. november.

 

Í steypahøpi verður ofta róð aftur á minniligu finaluna í 2018, tá ið B36 eftir brotssparkskapping vann ímóti HB. Ta ferðina var HB frammanfyri 2-1, tá ið fyrst ein og so ein aftrat í B36 sá reytt. B36 javnaði í 95. minutti til 2-2, og so vann B36 brotssparkskappingina 5-4.

 

Í landskappingini eru tað meiri enn fimm ár síðani, at B36 fór av vøllinum við fullari úrtøku í grannauppgerð. Tað var  7. apríl í 2019, at B36 vann 2-1. Einasti maður, sum framvegis er á B36 liðnum frá tí dystinum, er Andrass Johansen, ið varð skiftur inn lítla løtu undan leikloki. Magnus Egilsson var ta ferðina á HB liðnum. Á HB liðnum eru framvegis tveir aðrir spælarar, sum vóru við ta ferðina. Teir eru Teitur Matras Gestsson og Bartal Wardum.

 

Síðani hevur HB verið greitt omaná í landskappingini. Í fjør vann HB tveir dystir, og tann síðsti endaði málleysur. Í 2022 vann HB allar dystirnar, og í 2021 vann HB ein dyst og tveir endaðu javnir.

 

Hjá B36 er Andrass Johansen ikki á listanum í dag, meðan Magnus Egilsson er aftur í miðverjuni, eftir at hann seinast var leikbannaður.

 

Hjá HB eru Sammy Skytte, sum hevur verið skaddur, á beinkinum saman við eitt nú Heðini Hansen, Samuel Chukwudi, Mikkel Dahl og Emmanuel Duah.

 

 

 

B36 – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson, Fabian  Ness – Anton Søjberg, Jógvan K. Gullfoss, Jelle van der Heyden – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy – Mohamed Samba, Jákup L. Thomsen, Ári Mohr Jónsson